BankNordik leingir samstarvið við Bókadeild Føroya Lærarafelags
BankNordik og Bókadeild Føroya Lærarafelags, hava undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum tryggjar føroyskum útisetabørnum í Danmark atgongd til føroyskar bøkur uttan at gjalda fyri flutningin.
BankNordik og Smyril Line valdu í 2016 at stuðla Bókaklubbanum og rinda fyri flutningin av barna- og ungdómsbókum til limir í Danmark. Síðani sáttmálin kom í lag, er talið av limum í Bókaklubbanum í Danmark hækkað støðugt, og í dag eru áleið 120 limir í Danmark.
“Vit fegnast um, at okkara stuðul hevur verið viðvirkandi til at fáa føroyskar bøkur út til uppaftur fleiri føroysk útisetabørn í Danmark. Tað er týdningarmikið, at føroysk børn, sum búgva í Danmark, fáa atgongd til føroyskar bøkur, tí tað hevur stóra ávirkan á málmenningina. Sum høvuðsstuðul eru vit fegin um at kunna virka fyri betri umstøðum fyri málmenning hjá føroyskum útisetabørnum,“ sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.
“Vit á BFL eru sera fegin og takksom fyri avtaluna við BankNordik og stuðulin til flutning av bókunum hjá Barnabókaklubbanum til Danmarkar. Saman við Smyril Line, ger Bank Nordik tað gjørligt fyri okkara limir í Danmark at fáa bøkurnar fyri sama góða prís, sum øll í Føroyum. Úrslitið hevur verið, at limaskarin í Danmark er vaksin nógv seinastu árini. Hetta gleðir nógv børn og vaksin, nú børnini hjá útisetum okkara støðugt fáa nýggjar og dygdargóðar barnabøkur á føroyskum máli.”
Limir hjá Bókaklubbanum fáa bøkur sendandi heim við postinum átta ferðir um árið