BankNordik og HSF leingja samstarvið
BankNordik og Hondbóltsamband Føroya hava undirskrivað og longt samstarvsavtaluna fyri tvey tey næstu árini.
- BankNordik hevur, sum høvuðsstuðul seinastu fýra árini, verið ein sera sjónligur og dyggur stuðul hjá hondbóltinum, og hetta er eitt samstarv og ein avtala sum ger mun og tryggjar góðu gongdina, sum hevur verið seinastu árini, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.
Avtalan var undirskrivað saman við Turið F. Arge, rakstrarstjóra, í høvuðsætinum hjá BankNordik á Oknarvegi fríggjadagin 31. januar.
- Vit fegnast um menningina, sum hevur verið í hondbóltinum seinastu árini. Tað er stuttligt at vera viðspælari, tá framgongdin og úrslitini eru so eyðsýnd, sum tey hava verið, sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.
Nýggja samstarvsavtalan er galdandi fyri 2020 og 2021.