BankNordik stuðlar nýggjari føroyskari list

BankNordik hevur avgjørt at lata BankNordik-savninum 150.000 kr. um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. Serstaka peningaliga játtanin hevur til endamáls at endurnýggja og framtíðartryggja savnið, so tað í størri mun endurspeglar nútíðina í listarligum høpi.



Leiðsla í BankNordik og stýrið fyri BankNordik-savnið, tá ið nýggja avtalan, varð undirskrivað. Frá vinstru: Árni Ellefsen, Helgi A. Fossádal, Guðrið Poulsen, Árni Winther, Jákup Simonsen og Turið F. Arge.


“Tað er nýbrot í Føroyum, at peningur á henda hátt verður markaður til at keypa list frá virkandi føroyskum listafólkum, og vit fegnast um, at BankNordik-savnið nú av álvara gerst ein viðleikari hjá føroyskari nútíðarlist. Við nýggju avtaluni fær BankNordik-savnið møguleika at ogna sær tíðarbæra dygdarlist á hvørjum ári, og hetta fer avgjørt at gera savnið meira viðkomandi og áhugavert,” sigur Helgi A. Fossádal, formaður í stýrinum fyri BankNordik-savnið.

BankNordik-savnið er skipað sum ein sjálvsognarstovnur við einum stýri, ið er sett saman soleiðis, at tað bæði umboðar kunnleika um føroyska list og innlit í fíggjar- og handilslig viðurskifti. Nýggja avtalan er í fyrsta umfari galdandi frá 2020 til 2024, og tað er stýrið fyri BankNordik-savnið, ið skal umsita stuðulsjáttanina og keypa listaverk til savnið. Í avtaluni er ásett, at árliga stuðulsupphæddin skal brúkast til at keypa nýggja føroyska upprunalist, ið er framleidd av virknum listafólkum. Umframt nýggju játtanina letur BankNordik á hvørjum ári 150.000 kr. til raksturin av savninum. Samanlagda árliga upphæddin til BankNordik-savnið er sostatt 300.000 kr.

“Endamálið við BankNordik-savninum er at tryggja, at áhugaverdu listaverkini í savninum fáa ta útbreiðslu, ið tey hava uppiborið. Í dag umboðar savnið tó ikki nútíðarlistina og tey virknu føroysku listafólkini í dagsins samfelag. Tí vilja vit við árligu játtanini til keyp av nýggjari list stuðla føroyska listaumhvørvinum og samstundis tryggja, at BankNordik-savnið mennist og gerst uppaftur meira áhugavert við einari samanrenning av eldri list og nútíðarlist, “sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Tað var í 2017, at BankNordik stovnaði BankNordik-savnið og samstundis lat savninum 623 listaverk í gávu umframt pening til árliga raksturin. Umframt at sýna fram og leiga verk út til almennar stovnar og privatar fyritøkur, er endamálið at menna savnið og stuðla menningini av føroyskari list. Í stýrinum fyri BankNordik-savnið sita Helgi A. Fossádal, formaður, Guðrið Poulsen vegna LISA, Árni Winther vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag og Jákup Simonsen vegna Føroya Kommunufelag. Tey, ið eru áhugað í at fáa meira at vita um møguleikarnar fyri at leiga listaverk úr savninum, eru vælkomin at seta seg í samband við stýrisformannin. 

Nærri upplýsingar
Helgi A. Fossádal, formaður í stýrinum fyri BankNordik-savnið, tel. 224 303
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, tel: 230 348

 

 


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv