Útlitini hjá BankNordik fyri 2020 batnað

BankNordik fekk eina góða ársbyrjan og væntaði tískil, at framhaldandi góða gongdin fór at geva eitt úrslit eftir skatt millum 100 og 150 mió. kr. í 2020. Støðan viðvíkjandi COVID-19 broytti tó fortreytirnar grundleggjandi, og stóra óvissan í hesum sambandi hevði við sær, at bankin tann 27. apríl endurskoðaði upprunaligu væntanirnar fyri árið. Útlitini fyri størri tapi í sambandi við útlán, halli á virðisbrævaogn bankans og hægri útreiðslum til skaðaendurgjøld í sambandi við ferðatryggingar í kjalarvørrinum á koronakreppuni høvdu við sær, at bankin broytti væntaða nettoúrslitið fyri árið til 30 - 80 mió. kr.

Avleiðingarnar av COVID-19 hava tó higartil ikki verið so ógvusligar, sum væntað síðst í apríl, og tí hevur bankin nú boðað keypskálanum frá, at fíggjarligu útlitini fyri 2020 eru endurskoðað, og bankin væntar eitt ársúrslitið eftir skatt millum 50 og 90 mió. kr. Tað eru lægri niðurskrivingar á útlánum og lægri endurgjøld í sambandi við ferðatryggingar umframt góða gongdin í grundrakstrinum, ið eru orsøk til batnaðu útlitini. Umframt hesi viðurskifti hevur góða gongdin á fíggjarmarknaðunum seinastu tíðina havt góða ávirkan á avkastið av virðisbrævaogn bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

358 100

Send teldubræv