Nevndin í BankNordik hevur skipað seg

Í dag varð ársaðalfundur hildin í BankNordik, og eftir fundin skipaði nevndin seg við Ben Arabo sum nevndarformanni. Á aðalfundinum varð m.a. avgjørt, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.

Ársaðalfundurin hjá BankNordik varð í dag hildin sum upprunaliga ætlað, hóast talan var um ein heldur øðrvísi aðalfund. Til tess at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fyribyrgja smittu við koronavirusi legði bankin seg eftir at avmarka aðalfundin so nógv sum gjørligt. Eitt nú var nevndin ikki til staðar, og nógvir partaeigarar høvdu latið fulltrú í staðin fyri at møta.

Ben Arabo nýggjur nevndarformaður

Nevndarforkvinnan í BankNordik seinastu 5 árini, Stine Bosse, hevði frammanun-dan boðað frá, at hon ikki tók við afturvali, og tí var greitt undan fundinum, at nýggjur nevndarformaður skuldi veljast. Beint eftir ársaðalfundin skipaði nýggja nevndin seg við Ben Arabo sum nevndarformanni og John Henrik Holm sum næstformanni.

”Eg eri fegin um at verða valdur til formann í BankNordik. Eg síggi fram til at verða partur av at styrkja og menna ta sterku støðu, ið BankNordik hevur, og støðugt at betra um kappingarførið frameftir. At varðveita styrki og kappingarføri er serliga týdningarmikið í tíðum sum hesum, har BankNordik hevur ein sera týdningarmiklan leiklut at hjálpa sínum kundum gjøgnum verandi marknaðarstøðu,” sigur Ben Arabo, nývaldur nevndarformaður í BankNordik.

Hesi manna nú nevndina í P/F BankNordik:

  • Ben Arabo, formaður
  • John Henrik Holm, næstformaður
  • Barbara P. Vang, aðalfundarvaldur nevndarlimur
  • Jógvan Jespersen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
  • Gunnar Nielsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
  • Hans Arni Bjarnason Thomsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
  • Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
  • Dan Rasmussen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
  • Alexandur Johansen, nevndarlimur umboðandi samtakið

Einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019

Tað er sera óvist, hvørjar avleiðingar COVID-19 fer at hava fyri samfelagið og virksemið hjá BankNordik, og tí er tað í løtuni trupult at meta um fíggjarligu útlitini hjá samtakinum. Tí metir bankin tað ikki vera ráðiligt at gjalda íleggjarum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019, sum ætlanin upprunaliga var. Á aðalfundinum varð tí samtykt, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.

Á ársaðalfundinum vórðu hesi mál viðgjørd:

  • Frágreiðing nevndarinnar um virksemið hjá BankNordik í 2019 varð góðkend
  • Ársfrágreiðingin hjá BankNordik fyri 2019 varð góðkend
  • Avgerð varð tikin um ikki at gjalda vinningsbýti fyri 2019
  • Uppskot nevndarinnar um val av 6 aðalfundarvaldum nevndarlimum varð góðkent
  • Nevndarlimirnir Barbara Pállsdóttir Vang, Jógvan Jespersen, John Henrik Holm og Gunnar Nielsen vórðu afturvaldir, meðan Ben Arabo og Hans Arni Bjarnason Thomsen vórðu valdir sum nýggir nevndarlimir
  • P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, og PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret Revisionspartnerselskab, vórðu afturvaldir sum uttanhýsis grannskoðarar
  • Uppskot nevndarinnar um nevndarsamsýningar í 2020 varð góðkent

 

Annað viðkomandi tilfar