COVID-19 og gongdin á partabrævamarknaðinum
Í løtuni verður nógv tosað um, hvussu koronasmittan ávirkar partabrævamarknaðin. Vit mæla tær til at halda høvdið kalt, hóast tað kann kennast torført.
Frá miðjum februar til seinnu helvt av mars lækkaðu altjóða partabrøv meira enn 30 %, men síðan eru tey hækkað stívliga 20 % aftur. Harvið er umleið helvtin av kurslækkingini vunnin innaftur. Apríl var besti mánaðurin á partabrævamarknaðinum í 33 ár.
Hvussu ber tað til? Tá ið partabrævamarknaðurin var lægst í mars, var óvissan sera stór um smittuna, um váðan fyri at sjúk doyggja, um hvussu nógv lond fóru at megna at fáa eina flata smittukurvu, og um hvussu leingi hetta fór at vara. Sjálvt um eingin veit, júst hvussu leingi koronasmittan fer at herja, eru tær flestu av hesum óvissum nú munandi minni, enn tær vóru í mars. Umfatandi tiltøk tykjast gera sítt til, at tey flestu londini megna at tálma smittuni, talið á deyðum yngri fólkum er sera avmarkað, og fólk í flestu londum tosa eisini um at lata samfelagið uppaftur.
Partabrævaíleggjarar tulka gongdina sum, at búskaparliga niðurgongdin verður ógvuslig her og nú, men at tað skjótt fer at ganga uppeftir aftur. Tí hækka kursirnir á partabrøvum so nógv. Henda gongdin er eisini stuðlað av, at stjórnir hava verið sera skjótar at játta umfatandi hjálparpakkar, og at miðbankarnir gera sítt til at lækka rentur og keypa virðisbrøv.
Men enn eru allar súðir ikki syftar, og tað hevði helst verið ov bjartskygt at hildið, at kursirnir á partabrøvum ikki kunnu lækka aftur í ár. Tí hava vit eina varliga tilgongd til røkt av virðisbrøvunum hjá okkara kundum. Ofta venda partabrævamarknaðirnir tó munandi fyrr, enn yvirskriftirnar í miðlunum geva ábendingar um tað. Tá ið partabrævakursirnir eftir eina lækking byrja at hækka aftur, kunnu kundar, ið varðveita sín íløguprofil, tí vera vísir í at fáa gagn av hækkingini alt fyri eitt. Og hetta hendir vanliga, áðrenn miðlarnir byrja at skriva nakað jaligt. Í 2009 var tað t.d. framvegis stórur ivi um, hvussu burðardygg framgongdin var, hóast partabrøvini vóru hækkað 50% eftir 3 mánaðum.
Hvørjar búskaparligar avleiðingar fer COVID-19 at hava?
Vit vita ikki, hvørjar langskygdar búskaparligar avleiðingar koronasmittan fer at hava við sær. Meðan fólk fyri tað mesta halda seg heima, er privati keypshugurin minni, og hetta hevur við sær minkandi inntøkur hjá nógvum børsskrásettum fyritøkum.
Um myndugleikarnir skjótt fara at lata londini meira upp, kann tað væntast, at stórir íleggjarar fara at síggja gongdina seinastu tíðina sum eina stutta viknan. Men um tað dregur út, kunnu nógvar fyritøkur vænta sær stóran inntøkumiss, og tað fer at hava lægri partabrævakursir við sær.
Okkara tilmæli
Sum meginregla mæla vit ikki okkara kundum til at gera munandi broytingar í íløgunum, men at varðveita íløguprofilin í mun til váða og tíðarskeið. Hjá kundum, ið hava eitt stutt íløgutíðarskeið, t.d. um teir nærkast pensjónsaldri, fylla partabrøv vanliga ikki so nógv í samlaðu virðisbrævaognini. Kurstapini eru tí vanliga avmarkað.
Um bankin røktar íløgurnar
Fyri kundar, ið hava eina avtalu um íløgurøkt við bankan - t.e. eina avtalu, har vit røkta íløgurnar fyri kundan – er tað galdandi, at vit fylgja væl við gongdini og gera tær tillagingar, ið vit meta vera skynsamar, og sum geva kundanum betri møguleika fyri avkasti, og sum minka um váðan.
Longu áðrenn kursirnir lækkaðu, høvdu hesir kundar ein minni part av íløgum í partabrøvum enn samanberingargrundarlagið, sum vit brúka til íløgurnar (tað sokallaða ”benchmark”).
Um vit taka ein vanligan kunda sum dømi - t.e. ein kundi, ið hevur miðal váða og eitt miðallangt íløgutíðarskeið - so eru uml. 42% av íløguognini nú sett í partabrøv, meðan samanberingargrundarlagið er 50%.
Serliga galdandi fyri pensjón
Fyri tey flestu, ið gera íløgur við pensjónini, fáa kurssveiggini í hesum døgum ikki so stóran týdning. Tá ið kundar gera íløgur við pensjónini, spara teir upp so hvørt, og tað merkir, at smærri íløgur verða gjørdar hvønn mánað. Tað vil siga, at íløgur verða gjørdar, bæði tá ið partabrævamarknaðirnir hækka, og tá ið teir lækka. Sostatt kunnu kundar fáa eitt kurstap í sambandi við tær íløgur, ið vórðu gjørdar ein mánað, meðan teir fáa tað, ið verður sett í íløgur mánaðin eftir, samsvarandi bíligari. Íleggjarar fáa tí á leið tað miðalavkastið, sum marknaðirnir geva, frá tí at teir byrja at gera íløgur við pensjónini, og til teir verða pensjóneraðir. Sveiggini hava tí ikki so stóran týdning, sum fólk kanska hava lyndi til at halda.
Kundar, ið nærkast pensjónsaldri, hava vanliga ein lægri váða í virðisbrævaognini, t.v.s. ein minni partabrævapart, enn tá ið teir vóru yngri. Kurslækkingarnar á partabrævamarknaðinum hava tí sjáldan stóra ávirkan á kundar, ið skjótt fara frá fyri aldur.
Spyr okkum, um tú ivast
Vanliga er tað galdandi, at jú longri íløgutíðarskeiðið hjá tær er, - t.v.s. jú longri tíð tað er til, at tú væntar at skula brúka peningin - jú róligari kanst tú vera. Marknaðirnir venda aftur og finna eina natúrliga legu í mun til tíðina áðrenn koronasmittuna.
Um tú hevur tørv á at tosa við okkum – t.d. fyri at tryggja, at íløguprofilurin samsvarar við tíni ynski og tín tørv – ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit eru tøk á telefon og á netinum.
- Her sært tú eitt yvirlit yvir okkara deildir og starvsfólk
- Les meira um, hvussu tú heldur netfund við okkum