BankNordik-savnið keypt list eftir Hansinu Iversen og Silju Eystberg

Í juni 2020 gjørdi BankNordik avtalu við BankNordik-savnið, ið ber við sær, at savnið fær 150.000 kr. í árligum stuðli til at keypa føroyska samtíðarlist fyri. Savnið hevur í ár keypt verk eftir Hansinu Iversen, Jónu Rasmussen og Silju Eystberg. 

Í februar keypti savnið eitt verk eftir Hansinu Iversen á framsýning hjá Steinprenti í Tórshavn. Hansina Iversen (f. 1966) er útbúgvin á Lista- og Hansíðaskóla Íslands 1989-93 og á Kunstakademiet í Helsingfors 1993-97.

 

Í juni keypti BankNordik-savnið tvey listaverk á framsýningini ”Tey 12” í Mullers Pakkhúsi eftir listakvinnuni Silju Eystberg. Silja Eystberg (f. 1993) hevur gingið á Cambridge School of Art, haðani hon hevur staðið Bachelor prógv í Fine Arts í 2016.

 

Um BankNordik-savnið

BankNordik stovnaði BankNordik-savnið í 2017 og gav samstundis savninum 623 listaverk í gávu. Høvuðsendamálið við savninum er at varðveita og geva øllum áhugaðum atgongd til at síggja tey mongu áhugaverdu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini. Harumframt er eitt av endamálunum at menna listasavnið og føroyska list.  

Samband
banknordiksavnid@gmail.com



Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv