BankNordik høvuðsstuðul hjá Havnar Badmintonfelag
Havnar Badmintonfelag og BankNordik hava gjørt nýggja 2 ára samstarvsavtalu, ið hevur við sær, at BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul hjá felagnum.
Á myndini eru Christian Berg Petersen, badmintonleikari hjá HBF, Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik, Allan Skaalum, formaður í Havnar Badmintonfelag og Tóra Erlandsdóttir, badmintonleikari hjá HBF.
Seinastu árini hevur BankNordik verið høvuðsstuðul hjá Havnar Badmintonfelag. Í dag skrivaðu partarnir undir nýggja stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini.
”Havnar Badmintonfelag ger eitt týðandi arbeiði fyri børn og ung, og tað hevur verið hugaligt at fylgt menningini hjá felagnum seinastu árini. Vit vóna, at okkara stuðul kann vera við til at geva leikarum og venjarum umstøður til at halda fram á góðu kósini, og vit gleða okkum til at fylgja gongdini komandi árini,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik.
Nevndin í Havnar Badmintonfelag sigur soleiðis um samstarvið við BankNordik: Eins og fyri flest øll ítróttarfeløg hevur tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum limir, foreldur og aðrir stuðlar leggja í felagið, alstóran týdning. Men við BankNordik sum høvuðsstuðli fær Havnar Badmintonfelag eisini eitt fíggjarligt grundarlag, sum sum ger tað møguligt hjá felagnum framhaldandi at vera besta badmintonfelagið, at vera fremst innan badmintonítróttina í Føroyum og seta sær nýggj og hægri mál. Samstarvið við BankNordik hevur higartil verið fyrimyndarligt. Vit í Havnar Badmintonfelag eru tí sera glað fyri at hava gjørt nýggja 2-ára avtalu við BankNordik sum høvuðsstuðul, og síggja vit fram til gott samstarv, eisini komandi árini.