Broytingar í rentu, prísum og tænastum

Tann 16. august broyta vit innlánsrentur og prísir og fara samstundis undir at bjóða eina nýggja samansparingarkontu uttan negativa rentu. Eisini verður talið av sjálvtøkum kring landið tillagað.

Innlán upp til 150.000 kr. undantikin negativari rentu

Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa renta hjá tjóðbankanum hava við sær, at innlánsrentan nú verður lækkað. Broytingarnar verða gjørdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, ið vit hava av innlánum hjá kundunum. Tann 16. august verður hetta galdandi:

  • Rentan á innlánum hjá privatkundum verður broytt úr -0,60% til -0,75%.
  • Upphæddin, ið er undantikin negativari rentu verður broytt úr 350.000 kr. til 150.000 kr.
  • Tað fer at bera til at hava tríggjar vanligar innlánskontur uttan at gjalda negativa rentu, um upphæddin á kontunum ikki fer upp um ávikavist 100.000 kr., 25.000 kr. og 25.000 kr.
  • Rentan á pensjónskontum verður broytt úr -0,60% til -0,75% frá fyrstu krónu.
  • Børn og ung undir 29 ár eru framvegis undantikin negativari rentu, og skulu ikki gjalda kostnað fyri gjaldskort, Netbanka o.a.
  • Allir senior-kundar, t.e. kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945, fáa framhaldandi ágóðan av ókeypis tænastum og skulu sostatt framvegis ikki gjalda fyri kontur, Netbanka, flytingar, útgjald við kassa o.a.   

Nýggj samansparingarkonta uttan negativa rentu

Sum nakað nýtt fara vit nú at bjóða privatkundum eina samansparingarkontu við 0% í rentu á innlánum millum 100.000 kr. og 5.000.000 kr. Kontan hevur 12 mð. uppsøgn, og í minsta lagi 100.000 kr. skulu setast inn á kontuna. Nýggja samansparingarkontan er sostatt væl egnað til teirra, ið vilja binda peningin í minst 12 mánaðir og samstundis sleppa undan at gjalda negativa rentu.

Talið av sjálvtøkum verður tillagað eftir broytta tørvinum

Seinastu árini hava vit staðfest, at nýtslan av reiðum peningi er minkað munandi, og kundarnir eru í alsamt størri mun farnir at gjalda við gjaldskorti, Apple Pay og Google Pay. Henda líðandi atferðarbroyting hevur við sær, at nógvar av sjálvtøkunum í dag verða lutfalsliga lítið brúktar.

Sjálvtøkur eru dýrar í rakstri, og av tí at nýtslan er avmarkað, gevur henda tænasta samanumtikið hall. Eftir at hava kannað, júst hvussu allar 16 sjálvtøkur verða brúktar, er avgerð tikin um at lata hesar sjálvtøkur aftur tann 16. august: á Toftum, Strondum, í Kollafirði, Hoyvík, Hornabø, í Vági, á Eiði og á flogvøllinum.

Frá 16. august fer BankNordik sostatt at hava hesar 8 sjálvtøkur:

  • Á Oknarvegi í Havn
  • Í SMS í Havn
  • Á Áarvegnum í Havn
  • Við deildina í Klaksvík
  • Við deildina í Saltangará
  • Við deildina á Tvøroyri
  • Í Skopun
  • Í Sandavági

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv