Niðurstøður frá aðalfundinum hjá BankNordik
Í dag varð árligi aðalfundurin hjá BankNordik hildin í høvuðssætinum á Oknarvegi í Havn. Umframt góðkenning av ársfrágreiðing og roknskapi varð avgjørt at gjalda partaeigarunum 5 kr. í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið svarandi til 48 mió. kr. fyri roknskaparárið 2020.
John Henrik Holdm Barbara P. Vang, Gunnar Nielsen og Hans Arni Bjarnason Thomsen tóku ikki við afturvali. Ben Arabo og Jógvan Jespersen tóku við afturvali, og harumframt eru Sverre Bjerkeli, Michael Ahm og Jóhanna Lava Køtlum nýggir aðalfundarvaldir nevndarlimir. Harumframt eru Alexandur Johansen, Kenneth Samuelsen og Rúna Hentze starvsfólkavald umboð í nevndini.
Beint eftir fundin skipaði nevndin seg við Sverre Bjerkeli sum formanni og Jóhannu Lava Køtlum som næstforkvinnu.
Hesi eru nú í nevndini hjá P/F BankNordik:
- Sverre Bjerkeli, formaður
- Jóhanna Lava Køtlum, næstforkvinna
- Ben Arabo, aðalfundarvaldur nevndarlimur
- Jógvan Jespersen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
- Michael Ahm, aðalfundarvaldur nevndarlimur
- Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð
- Rúna Hentze, starvsfólkaumboð
- Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð