BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul hjá Støkk

BankNordik og Fimleikafelagið Støkk hava longt samstarvið. BankNordik heldur sostatt fram sum høvuðsstuðul hjá felagnum í tvey ár afturat.

Á myndini eru Jósup Kárason Hansen, fimleikari í Støkk, Sæunn Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará, Petra Nolsøe, fimleikari hjá Støkk og Rannvá Troest, forkvinna í Støkk.

 

Seinastu tvey árini hevur BankNordik verið høvuðsstuðul hjá Fimleikafelagnum Støkk, og í gjár undirskrivaðu Sæunn L. Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará, og Rannvá Troest, forkvinna í Støkk undir nýggja avtalu ið inniber, at BankNordik heldur fram sum høvuðsstuðul hjá felagnum.

”Samstarvið við BankNordik hevur sera nógv at siga fyri Støkk, og er við til at skapa eitt trygt grundarlag undir virkseminum,” sigur Rannvá Troest, forkvinna í fimleikafelagnum Støkk.

“Fimleikafelagið Støkk bjóðar eitt dygdargott tilboð til fólk í øllum aldri, har dentur er lagdur á at menna førleikar, og at eggja børnum og ungum a vera virkin. Vit eru sera fegin um, at samstarvið heldur fram,” sigur Sæunn Nolsøe, deildarstjóri hjá BankNordik í Saltangará.

Grundhugsjónin hjá Støkk er at geva rúm fyri einstaklinginum í einum jaligum og uppbyggjandi felagsskapi, har likamið fær avbjóðingar við spæli og rørslu. Hesum ynskir BankNordik at stuðla til frama fyri heilsu og rørslu hjá fólki í øllum aldri.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv