BankNordik stuðlar standmynd av Ólavi á Heygum

Á Vestmannadøgum, sum vóru í gjár 12. september, varð nýggja standmyndin av Ólavi á Heygum avdúkað. BankNordik er ein av stuðlunum av verkætlanini

Ólavur á Heygum tók í 1903 stig til at stovna Føroya fyrsta banka, sum vit í dag kenna sum BankNordik, og eisini var hann undangongumaður, tá eitt nú SEV og Føroya Tele vóru sett á stovn.

Standmyndin stendur Inni á Fjørð í Vestmanna, nærhendis Fossáverkinum.

Tað er listamaðurin Hans Pauli Olsen, sum hevur gjørt standmyndina. 

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv