Kunnandi tiltak um føroyska fíggjarheimin

Felagið Peningastovnar og Umhvørvis- og vinnumálaráðið skipaðu mánadagin 20. september fyri einum kunnandi tiltaki undir heitinum ”Føroysku peningastovnarnir og samfelagsbúskapurin”.

Øll tingfólk og landsstýrisfólk umframt viðkomandi embætisfólk vóru bjóðað til tiltakið, sum varð hildið í Smæruni í Havn. Endamálið við tiltakinum var at geva luttakarunum betri innlit í fortreytir, krøv og avbjóðingar, sum fíggjargeirin virkar undir, og sum harvið eisini ávirkar samfelagið og viðskiftafólkini í peningastovnunum.

Á breddanum vóru evni sum kapitalkrøv, negativ renta, bústaðarfígging kring landið, talgilding, leikluturin hjá peningastovnum í samfelagnum, týdningurin fyri føroyskt vinnulív umframt framtíðar avbjóðingar og møguleikar hjá fíggjargeiranum.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, setti dagin, og síðani vóru framløgur frá Landsbankanum, Vinnuhúsinum, Talgildu Føroyum og føroysku peningastovnunum. Harumframt fingu áhoyrararnir møguleika at seta spurningar eftir hvørja framløgu.

Malan Johansen, landsbankastjóri, og Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik og formaður í Felagnum Peningastovnar, vóru millum røðararnar.

Felagið Peningastovnar vónar, at tiltakið hevur verið við til at skapa økt innlit í tað torgreidda økið, sum fíggjargeirin er, og at møguligar misskiljingar, sum hava verið frammi í almenna rúminum seinastu tíðina, eru beindar burtur.

Meira at vita

Árni Ellefsen, formaður í Felagnum Peningastovnar, tel. 230 348

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv