BankNordik nýggjur stuðul hjá B71 Flogbólti
BankNordik og B71 hava undirskrivað nýggja samstarvsavtalu, sum inniber, at BankNordik komandi tvey árini verður stuðul hjá flogbóltinum hjá B71.
Flogbólturin hjá B71 hevur verið í støðugari menning seinastu árini, og hetta sæst eisini aftur bæði á íðkaratali og liðtilmeldingum, ið økjast ár um ár.
“Líka frá byrjan hava eldsálir syrgt fyri góðum kørmum og dúgligum venjingum í felagnum og seinastu tíðina hevur tað eisini verið møguligt hjá børnum og ungum at íðka uttan kostnað í felagnum. Úrslitið hevur verið, at virksemið er økt støðugt, og tað gleðast vit um. Økta virksemið hevur havt fleiri útreiðslur við sær og vit eru tí sera fegin um, at BankNordik hevur valt at stuðla B71 Flogbólti komandi tvey árini,” sigur Karl Vidtfeldt, formaður í starvsnevndini.
Umframt játtaðan stuðul hava øll ungdómsliðini hjá flogbóltinum hjá B71 fingið nýggjar búnar við búmerkinum hjá BankNordik. “Vit eru fegin um nýggja samstarvið við B71, sum ger eitt týðandi arbeiði fyri børn og ung í Sandoynni. Undirtøkan fyri flogbóltinum er sera góð, og vit vóna, at okkara stuðul kann vera við til at tryggja, at felagið framhaldandi mennist,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í BankNordik.
Vit í B71 gleða okkum til at fylgja menningini hjá børnum og ungum í flogbólti í Sandoynni í samstarvi við nýggja stuðulin. Vit fara at ynskja øllum flogbóltsleikarum og áhugaðum bestu eydnu framyvir í venjing og kapping!
Drívið á B71 Flogbóltur!