Steinbjørn Hardlei nýggjur privatkundastjóri

Vit eru fegin um at kunngera, at Steinbjørn Hardlei er settur í starv sum privatkundastjóri í BankNordik.

Steinbjørn er útbúgvin Cand.oecon í virkisbúskapi við denti á strategiska leiðslu, HR og broytingarleiðslu. Hann hevur harumframt altjóða leiðsluútbúgving innan fyritøkumenning, fyriskipan, virkissálarfrøði og coaching. Eisini hevur hann hollar royndir úr bankavinnuni, har hann hevur starvast sum bæði ráðgevi og leiðari. Seinastu árini hevur hann verið rektari á Føroya størsta skúla, Glasi.


Steinbjørn byrjar í starvinum sum privatkundastjóri 1. august og fer tá at standa á odda fyri at menna privatkundaøkið í bankanum.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv