Barnaland á Voxbotn
Leygardagin 25. juni verður stórt barnaland ísv. Voxbotn. Barnalandið, ið er ókeypis fyri øll, er á Vaglinum kl. 14-16.
Barnakoyrikort
Fyri fyrstu ferð í Føroyum verður tað møguligt hjá børnum millum 5-8 ár at taka sítt egna koyrikort. Eftir koyriroyndina fært tú títt egna koyrikort við bæði mynd og navni á - og tað er sjálvandi ókeypis.
Skrá
- 14-16 Barnakoyrikort (5-8 ár) - skráset teg í BankNordik-tjaldinum
- 14-16 Hoppiborgir
- 14.30 Trøllapætur og omman
- 15.15 Girl Hop Crew (dansur)
- 15.30 BUBU
Eisini vitjar Vitus og bjóðar øllum børnum ballónir og gávuposa :)
Nær: 25. juni kl. 14-16
Hvar: á Vaglinum
#meiraenneinbanki #errinstuðul #vitsíggjastávoxbotn