Avmarkingar á flytingum til Russlands og Hvítarusslands

Flestu kunnugt, hevur hernaðarálopið hjá Russlandi mótvegis Ukraina, havt nógvar avmarkingar og sanktiónir við sær, ið eisini ávirka okkum í Føroyum.

Hóast Føroyar ikki hava sett sanktiónir í verk mótivegis Russlandi og Hvítarusslandi, hevur stórur partur av vesturheiminum gjørt júst hetta. Hetta kann hava við sær, at flytingar til Russlands ella Hvítarusslands verða steðgaðar av samskiftisbankum, sum vit samstarva við, hóast flytingin úr Føroyum, hvørki av kundanum ella BankNordik, er mett at vera fevnd av galdandi sanktiónum.

Tað kann tí koma fyri, at okkara kundar skulu skjalprógva persónligar upplýsingar hjá móttakara, og hvat endamálið við flytingini er. Hetta er fyri at vísa á, at flytingin ikki er fevnd av galdandi sanktiónum. 

Verður ein flyting steðgað av einum samskiftisbanka, og nøktandi skjalprógv ikki er fingið til vega, er ikki vissa fyri, at peningurin verður afturgoldin. 

Vit mæla tí til, at okkara kundar:

  • kunna seg um møguligar galdandi sanktiónir, áðrenn ein flyting verður umbiðin
  • hava skjalprógv um, hvat endamálið við flytingini er, umframt neyvar upplýsingar um móttakara – eitt nú faktura, sáttmálar v.m., áðrenn flytingin verður umbiðin
  • eru fyrireikaði uppá, at avgreiðslutíðin kann vera munandi longri enn áður 

 

Til ber at kunna seg um galdandi sanktiónir á heimasíðuni hjá danska Udenrigsministeriet ella Erhvervsstyrelses Eksportkontrol. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv