BankNordik-savnið keypir nýggja list

BankNordik-savnið hevur keypt trý listaverk eftir Tórbjørn Olsen fyri serstøku játtanina til føroyska nútíðarlist, ið BankNordik hevur latið savninum.

Verkini eita Reyð modell, Vetrarsól yvir Havnina og Vetrarmynd móti Nólsoy.

"Torbjørn Olsen er fjøltáttaður listamaður; tematiskt málar hann føroysku náttúruna, býarmyndir, portrettir, altartalvur og mangt annað. Hann er framúr koloristur, sum hesar tríggjar myndirnar, sum BankNordik-savnið hevur ognað sær, bera prógv um. Hann abstraherar í ein mun frá motivinum í málningunum og letur litirnar fáa høvuðsleiklutin, sum ger listana sera áhugaverda," sigur stýrið fyri BankNordik-savnið, ið hevur keypt nýggju verkini til savnið.

Endamálið er at menna føroyska list

Í 2017 setti BankNordik á stovn BankNordik-savnið og gav samstundis savninum 623 listaverk í gávu. Høvuðsendamálið við savninum er at varðveita og geva øllum áhugaðum atgongd til at síggja tey mongu áhugaverdu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini. Harumframt er eitt av endamálunum at menna listasavnið og føroyska list.  

Serstøk játtan til føroyska nútíðarlist

Í 2020 gjørdi BankNordik av at lata BankNordik-savninum 150.000 kr. um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. Serstaka peningaliga játtanin hevur til endamáls at endurnýggja og framtíðartryggja savnið, so tað í størri mun endurspeglar nútíðina í listarligum høpi. Serstaka árliga játtanin verður í fyrsta umfari latin frá 2020 til 2024, og tað er stýrið fyri BankNordik-savnið, ið skal umsita stuðulsjáttanina og keypa listaverk til savnið. Í avtaluni er ásett, at árliga stuðulsupphæddin skal brúkast til at keypa nýggja føroyska upprunalist, ið er framleidd av virknum listafólkum.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv