Renturnar hækka aftur

Tann 27. oktober hækkaðu evropiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin rentuna, og tað hevur við sær, at BankNordik aftur hækkar bæði innlánsrentur og útlánsrentur.

Rentur á vanligum innlánskontum, t.d. lønarkontum og rakstrarkontum, verða ikki broyttar, meðan rentur á samansparingar- og pensjónskontum hækka við upp til 0,85%-stigum p.a., og útlánsrentur hækka við upp til 0,50%-stigum p.a. hjá bæði privat- og vinnukundum.

Rentubroytingin fær gildi fyri vinnukundar tann 18. november og fyri privatkundar tann 5. desember, og lýst verður í bløðunum í næstum.

Rentur á samansparingarkontum frá 5. desember

  • Pensjónssamansparing: 0,90%-stig p.a.
  • Bústaðarkonta: 1,10%-stig p.a.
  • Samansparingarkonta, bundin í 3 mðr.: upp til 0,85%-stig p.a.
  • Samansparingarkonta, bundin í 12 mðr.: upp til 1,10%-stig p.a.
  • Barnasamansparing: 1,10%-stig p.a. 
 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv