Øll børn í 1. flokki hava fingið eina Vitello bók frá BankNordik

Í gjár byrjaðu 761 børn í 1. flokki kring landið. Tá børnini høvdu fyrsta skúladag, lat BankNordik teimum eina Vitello bók. Bókin eitur "Vitello skal vera stóribeiggi". Bókin er spildurnýggj í Føroyum og er blivin týdd til høvið.

Vitello bøkurnar eru ein stuttlig røð bæði fyri stór og smá, sum Kim Fupz Aakeson hevur skrivað, og Niels Bo Bojesen hevur teknað. Bøkurnar eru ætlaðar eldri børnum, sum ganga í grunddeild, men kunnu eisini lesast fyri yngri børnum.

At lesa stimbrar málmenningina, samstundis sum tað er ein hugnalig og gevandi løta, har ein hugsavnar seg.

"Vit fegnast um at geva øllum børnum eina gávu, sum stimbrar málmenningina. Stuðul av hesum slag er serliga umráðandi fyri okkum - tí stuðla vit eisini Bókaklubbanum, so útisetabørn kunnu fáa føroyskar bøkur fyri sama prís, sum føroysk børn. At styrkja og menna tað føroyska málið er ein felags ábyrgd, sum vit øll hava", sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik.

BankNordik ynskir øllum børnum góðan lesihug og blíðan byr í spennandi tíðini, sum er fyri framman.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv