BankNordik-savnið hevur keypt 13 nýggj listaverk
Í oktober í fjør keypti BankNordik-savnið níggju listaverk eftir Arnold Vegghamar, og í novembermánaði keypti savnið fýra listaverk eftir Astri Luihn.
Árliga stuðulsavtalan millum BankNordik og sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um at keypa nýggja samtíðarlist gevur savninum møguleika at umboða fleiri ymisk listafólk. Umframt listaverkini eftir Arnold Vegghamar og Astri Luihn keypti BankNordik-savnið í fjør eisini trý listaverk eftir Torbjørn Olsen.
Endamálið við BankNordik-savninum
Í 2017 setti BankNordik á stovn BankNordik-savnið og gav samstundis savninum 623 listaverk í gávu. Í 2020 gjørdi BankNordik av at lata BankNordik-savninum 150.000 kr. um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. Serstaka peningaliga játtanin hevur til endamáls at endurnýggja og framtíðartryggja savnið, so tað í størri mun endurspeglar nútíðina í listarligum høpi.
Síðani 2020 hevur BankNordik-savnið keypt listaverk eftir hesum listafólkum:
- 2020: Tvey listaverk eftir Anker Mortensen
- 2021: Fimm listaverk eftir Jónu Rasmussen, eitt listaverk eftir Hansinu Iversen og tvey listaverk eftir Silju Eystberg.
- 2022: Trý listaverk eftir Torbjørn Olsen, fýra listaverk eftir Astri Luihn og níggju eftir Arnold Vegghamar.
Les meira um BankNordik-savnið her.
Her eru nøkur av nýggjastu listaverkunum hjá BankNordik-savninum eftir ávikavist Arnold Vegghamar og Astri Luihn: