BankNordik flytur í nýggj høli í Runavík

Runavíkar kommuna og BankNordik hava í dag skrivað undir avtalu, ið inniber, at kommunan keypir bankabygningin á Heiðavegi 54, og bankin flytur í tíðarhóskandi høli á Heiðavegi 13, har VisitRunavík hevur hildið til.

“Vit gleða okkum sera nógv til at bjóða okkara kundum vælkomnum í nýggju og tíðarhóskandi hølini á Heiðavegi. Næstu tíðina verða hølini umvæld, og væntandi verður klárt hjá okkum at flyta inn um mánaðarskiftið apríl-mai,” sigur Sæunn L. Nolsøe, deildarleiðari í BankNordik í Runavík.

Komandi tíðina, og til nýggju hølini eru klár, heldur øll tænasta og avgreiðsla fram sum vant í bankanum á Heiðavegi, og kundar eru sostatt framhaldandi vælkomnir á gátt. Kunnað verður nærri, tá ið flytingin nærkast.




Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, Sæunn L. Nolsøe, deildarleiðari í BankNordik, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

358 100

Send teldubræv