BankNordik og Hondbóltssambandið framá saman
Seinastu sjey árini hava vit verið høvuðsstuðul hjá Hondbóltssambandinum, og í gjár varð stuðulssamstarvið longt fyri komandi tvey árini.
“Sponsorsamstarvið við BankNordik, sum høvuðsstuðul, hevur verið serstakliga spennandi og gevandi. BankNordik hevur verið ein veruligur viðleikari í stóru menningini í føroyskum hondbólti seinastu árini, ikki bara við fíggjarligum stuðli, men eisini við einum altíð jaligum og praktiskum hugburði, har báðir partar veruliga hava brúkt hvønn annan og samstarva um dystir, tiltøk og virksemi av ymsum slag,” sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.
Avtalan varð undirskrivað seinnapartin mikudagin, tá HSF og BankNordik saman høvdu fjølmiðlatiltak í høvuðssætinum hjá BankNordik á Oknarvegi í Havn. Fjølmiðlatiltakið var eisini hildið í sambandi við spennandi EM-lutakastið hjá A-landsliðnum hjá monnum.
“Síðani vit í 2016 á fyrsta sinni gjørdust høvuðsstuðul, hevur tað verið hugaligt at fylgt stóru menningini hjá føroyskum hondbólti. Hesi sjey árini hava vit saman við allari tjóðini fegnast, hvørja ferð føroysku landsliðini við eldhuga og stríðsvilja hava spælt seg til frálík úrslit. Vit eru ikki sørt errin av leikarum og teimum mongu sjálvbodnu, ið eru við til at skapa góðar karmar fyri føroyskan hondbólt. At Føroyar skulu til EM í 2024 er einki minni enn eitt bragd, og hesum vilja vit sjálvandi stuðla av fullum huga og halda sostatt fram sum høvuðsstuðul,” sigur Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik.
Longdi sáttmálin millum Hondbóltssambandið og BankNordik er galdandi fyri 2024 og 2025.