1000 kr. seðlar ganga út 31. mai 2025
Danski tjóðbankin hevur gjørt av, at 1.000 kr.-seðlar ikki vera galdandi longur frá 31. mai 2025.
Hetta merkir, at tú antin má brúka tínar 1.000 kr.-seðlar áðrenn ella seta teir inn á konto.
Um tú vilt seta teir á konto í BankNordik, kanst tú seta teir inn í sjálvtøkuni.
Minst til, at hvítvaskreglur áleggja tær at vísa á, hvaðani pengarnir stava frá. Um tú ikki kanst tað, so kann bankin nokta tær at seta peningin á konto.
Fram til 31. mai 2025 kanst tú tó framvegis brúka tínar 1.000 kr.-seðlar at rinda við, bæði í handlum og í gjaldingum millum borgarar.
Samstundis sum, at danski tjóðbankin avtekur 1.000 kr.-seðilin, verða fleiri seðlarøðir, sum eru eldri enn 2009, avtiknar. Les meira um hetta á heimasíðu teirra her.