BankNordik fær góða meting frá Moody’s

BankNordik hevur fingið uppaftur betri meting frá Moody’s samanborið við metingina í 2022. Í fjør var metingin A2, meðan metingin nú er A1.

Kredittmetingarfyritøkan Moody’s hevur dagført sína kredittmeting av BankNordik. Tá ið Moodys ger eina meting verða ymisk øki í fyritøkuni mett, og í nýggjastu metingini varðveitir BankNordik eina góða meting á øllum økjum og fær harumframt eina enn betri meting á innlánsøkinum – í 2022 var metingin A2, og nú er metingin A1.

Ítøkiliga merkir góða metingin, at BankNordik er ein haldgóður og tryggur peningastovnur við lágum váða og góðum útlitum. Tú kanst lesa meira um metingina í skrivi frá Moody’s her

 

Moody’s ger regluligar metingar

Á vári í fjør byrjaði Moody’s aftur at gera regluligar kredittmetingar av BankNordik. Metinginarnar verða gjørdar áleið eina ferð um árið.

Nógvir stórir íleggjarar, t.d. pensjónsfeløg, gera bert íløgur í fyritøkur, ið hava eina kredittmeting, og tí kann metingin frá Moody’s vera við til at draga fleiri íleggjarar at BankNordik. Harumframt gevur kredittmetingin BankNordik møguleika fyri at fáa betri treytir, tá ið bankin skal taka lán ella útgeva lánsbrøv.

 Moody's talva

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv