Vit flyta í nýggj høli í Runavík

Týsdagin 17. oktober letur bankin upp í nýggjum og tíðarhóskandi hølum á Heiðavegi 13 í Saltangará. Í sambandi við upplatingina eru øll vælkomin til móttøku og at síggja hølini hósdagin 19. oktober kl. 15.00. Á skránni verður tónleikur, røður og okkurt ábit. Vitus vitjar eisini og hevur ballónir við til børnini.

Sæunn L. Nolsøe, deildarleiðari í BankNordik, fegnast um nýggju hølini.

"Hølini eru nýumvæld og tíðarhóskandi, og karmarnir hjá bæði okkum og kundum verða betri. Vit gleða okkum at bjóða okkara kundum vælkomnum her", sigur hon.

BankNordik hevur hildið til á Heiðavegi 54, men fyrr í ár keypti Runavíkar Kommuna bankabygningin, og bankin fekk hølið á Heiðavegi 13, har VisitRunavík hevur hildið til.

Hesa vikuna heldur øll tænasta og avgreiðsla fram sum vant í bankanum á Heiðavegi 54. Hósdagin 12. oktober verður sjálvtøkan tikin niður, og fríggjadagin 13. oktober lata vit aftur á middegi. Um vikuskiftið fara vit so at flyta og lata upp á Heiðavegi 13 týsdagin 17. oktober kl. 10.00.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

358 100

Send teldubræv