Uppaftur tryggari at skráseta títt kort til Apple Pay og Google Pay

Frameftir verður tað uppaftur tryggari at skráseta títt gjaldskort í "wallet" á tínari snildtelefon, sum m.a. ger tað møguligt at brúka Apple Pay og Google Pay.

Nú skal kortið skrásetast til "wallet" beinleiðis í Netbankanum. Tað er líka so lætt at gera sum í wallet appini, men fyri at gera tað tryggari, skalt tú gera tað í Netbankanum.

Um títt gjaldskort longu er í "wallet", so skalt tú einki gera.

Soleiðis gert tú:

  • Logga inn á Netbankan
  • Trýst á "Valmynd" niðast í høgra horni
  • Trýst á "Míni kort"
  • Vel tað kortið, sum tú vilt skráseta í ”wallet”
  • Trýst á "Føj til Apple Wallet"/"Føj til Google Pay" og halt fram

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv