NIB og Føroya Banki hava undirskrivað lánsavtalu

Norðurlendski íløgubankin (NIB) og Føroya Banki hava undirskrivað eina lánsavtalu áljóðandi 300 mio. kr. Endamálið við avtaluni er at veita lán til bæði húsarhald og fyritøkur umframt til umhvørvisverkætlanir í Føroyum og Grønlandi.

Treytirnar hjá NIB við einum láni av hesum slagi eru, at Føroya Banki lænir pening til kundar í Føroyum og Grønlandi við tí endamáli at styrkja handilsligar møguleikar hjá smáum og miðalstórum fyritøkum. Harumframt er endamálið eisini at veita lán til burðardyggar loysnir hjá bæði privat- og vinnukundum.

”Lánsavtalan við NIB gevur okkum enn betri møguleikar at veita bæði húsarhaldum og fyritøkum í Føroyum og Grønlandi lán. Harafturat er lánsavtalan ein liður í tí arbeiðinum, vit longu gera á burðadygga økinum. Vit fíggja ein stóran part av íløgunum hjá húsarhaldum og vinnulívinum, og tí hava vit ein lyklaleiklut í grønu umstillingini. Ein slík lánsavtala tryggjar, at vit framhaldandi kunnu vera við til at stuðla undir grøna orkuskiftið í Føroyum og í Grønlandi millum annað við at bjóða okkara kundum ymisk grøn lán við lagaligari rentu”, sigur Turið. F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Lánsavtalan, sum nú er undirskrivað, er triðja lánsavtalan millum NIB og Føroya Banka. Hinar avtalurnar vórðu undirskrivaðar í ávikavist 2014 og 2021.

”Tað er umráðandi fyri NIB at stuðla menning í arktiska økinum. Vit hava gjøgnum seinastu 10 árini uppbyggt eitt sterkt samstarv við Føroya Banka til frama fyri at veita fígging til smáar og miðalstórar fyritøkur í arktiska økinum. Tað hevur týdning, at hetta samstarvið heldur fram”, sigur André Küüsvek, forstjóri í NIB.

NIB er ein altjóða fíggjarstovnur, sum átta limalond eiga. Tey átta limalondini eru: Danmark, Finland, Norra, Svørík, Ísland, Esland, Letland og Litava. NIB fíggjar privatar og almennar verkætlanir í og uttan fyri limalondini. NIB hevur ta hægstu kredittmetingina áljóðandi AAA/Aaa hjá ávikavist Standard & Poor’s og Moody’s.