Danskir pengaseðlar fara úr gildi 31. mai

Danski Tjóðbankin boðar frá, at danskir 1000-krónuseðlar og pengaseðlar frá eldri donskum seðlarøðum fara úr gildi sum gjaldoyra í handlunum eftir 31. mai 2025. 

Eigur tú seðlar, ið fara úr gildi, mæla vit tær til at seta seðlarnar inn við at brúka okkara sjálvtøkur - tað er skjótt og ómakaleyst.

Her kanst tú kunna teg nærri um, hvørjar seðlar ítøkiliga talan er um.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv