
Ársúrslitið væntandi betri enn upprunaliga mett
Fíggjarligu úrslitini hjá Føroya Banka fyri ársins fyrstu seks mánaðir eru betri enn upprunaliga væntað, og tí hevur bankin nú dagført væntanirnar fyri ársúrslitið í 2025. Upprunaliga metingin var 210 - 240 mió. kr., men bankin metir nú úrslitið fara at vera 235 - 265 mió. kr.
Umframt góðu gongdina í kjarnuvirkseminum er hálvársúrslitið í stóran mun merkt av einum góðum tryggingarúrsliti og stakinntøkum, ið stava frá sølu av einum bygningi og frá feløgum, sum bankin hevur ognarlut í.
Meira fæst at vita, tá ið bankin kunnger hálvársroknskapin tann 5. august.