Freistir fyri flytingar áðrenn ólavsøku

Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi fyri flytingar, ið skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn ólavsøku.

Lønarflytingar

  • Lønir skulu flytast í seinasta lagi hósdagin 24. juli kl. 15.30.

Uttanlandsflytingar

  • Flytingar til/frá útlondum skulu avgreiðast í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli kl. 13.00.

Vanligar flytingar

  • Flyting til aðra kontu í Føroya Banka: Fríggjadag 25. juli kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: Hósdag 24. juli kl. 18.30
  • Flyting sama dag: Fríggjadag 25. juli kl. 11.00
  • Skundflyting: Peningurin kemur á kontu hjá móttakara, stutt eftir at flytingin er gjørd.

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er skilagott at gera flytingina í góðari tíð.