
Greinari til Fíggjardeildina
Vilt tú taka ábyrgd í einari spennandi og framkomnari fyritøku? Vit leita eftir einum greinara til analytiska partin av okkara Fíggjardeild. Talan er um eitt spennandi starv, sum gevur tær fjølbroyttar royndir og møguleika at víðka um tínar analytisku førleikar. Umsóknarfreistin er 12. august.