Føroya Banki - Netbankin er fyri øll

Freistir fyri flytingar fyri Kr. Himmalsferðardag

Hósdagur 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar bankaflytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:

  • Uttanlandsflytingar í Netbankanum: Mikudagin 28. mai kl. 13.00
  • Lønarflytingar: Týsdagin 27. mai kl. 15.30
  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 27. mai kl. 18.30
  • Flyting sama dag til konto í øðrum peningastovni: Mikudag 28. mai kl. 11.45

 

Tað ber eisini til at gera eina skundflyting, sum ikki er tengd at halgidøgum. 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv