Føroya Banka-savnið hevur keypt nýggja list
Hesaferð hevur savnið keypt fýra nýggjar málningar eftir Jens Dam Ziska.
Síðani 2020 hevur Føroya Banki latið 300.000 kr. um árið til Føroya Banka-savnið, harav eru 150.000 kr. eyðmerktar til at keypa samtíðarlist fyri, og síðani 2020 hevur savnið keypt 47 nýggj listaverk.
Umframt at endurnýggja og framtíðartryggja savnið er endamálið sjálvsagt eisini at stuðla føroyskari samtíðarlist og føroyskum listafólkum.
Stutt um savnið
Í 2017 setti Føroya Banki savnið á stovn og gav samstundis savninum 623 listaverk í gávu.
Síðani 2020 hevur savnið keypt nýggja samtíðarlist fyri 750.000 kr. Listafólkini handan verkini, sum savnið hevur keypt seinastu árini, eru millum annað Hansina Iversen, Silja Strøm, Torbjørn Olsen, Astri Luihn og Arnold Vegghamar.
Listin hjá Føroya Banka-savninum hongur í bygningum hjá Føroya Banka, umframt at savnið skipar fyri sersýningum og lænir listaverk út til søvn. Almennir stovnar kunnu læna málningar ókeypis úr savninum, soleiðis at verkini kunnu pýrða ymsar bygningar í ávís tíðarskeið.
Niðanfyri eru nakrar myndir av nýggjastu verkunum eftir Jens Dam Ziska hjá Føroya Banka-savninum.





