Dagførd meting frá Moody’s
Kredittmetingarfyritøkan Moody’s hevur broytt háttalagið, ið verður brúkt til at gera kredittmetingar av bankum. Hetta hevur við sær, at Føroya Banki hevur fingið eina nýggja meting, ið er lagað eftir nýggja háttalagnum.
Tað eru sostatt ikki broytt viðurskifti hjá Føroya Banka, ið eru orsøk til dagførdu metingina. Talan er einans um broytt háttalag hjá Moody’s
Nærri upplýsingar
Arnhold Olsen, fíggjarstjóri, tel. (+298) 230 475
