Ársúrslitið væntandi betri enn upprunaliga mett

Fíggjarligu úrslitini hjá Føroya Banka higartil í ár eru betri enn uppprunaliga væntað, og tí hevur bankin nú dagført fíggjarligu væntanirnar fyri 2025. Ársúrslitið verður væntandi 260-280 mió. kr. í staðin fyri 235-265 mió. kr.

Umframt góðu gongdina í kjarnuvirkseminum eru úrslitini higartil í ár merkt av einum góðum tryggingarúrslit og lágum niðurskrivingum, ið ber boð um, at kundarnir standa seg væl.

Væntanirnar fyri restina av árinum eru góðar, men sum áður fráboðað eisini tengdar at óvissu viðvíkjandi gongdini í búskapinum og á fíggjarmarknaðunum.

Ársroknskapurin hjá bankanum verður kunngjørdur 26. februar 2026.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv