
Orkukvøld við Effo
Orkukvøld við Effo verður komandi vikurnar kring alt landið, har okkara dugnaligu ráðgevar koma at hava eina framløgu um fíggjarligu møguleikarnar, sum vit hava at bjóða í sambandi við orkuskifti og umlegging av bústaðarláni.
Umhvørvisstovan hevur framløgu um týdningin av grøna orkuskiftinum og MVG-afturbering í sambandi við skiftið til varandi orkuskipan.
Effo hevur framløgu um skiftið frá oljufýri til hitapumpu, og hvussu skiftið gerst ómakaleyst.
Talan er um framløgur á 10 minuttir, og aftan á framløgurnar er møguleiki at práta við ráðgevar og fáa svar upp á spurningar.
Tiltakið verður:
- Eiði (Kolshøll) 4. september kl. 20:00
- Vestmanna (Fiskivinnuskúlin) 11. september kl. 20:00
- Sandur (Meginskúlin) 18. september kl. 20:00
- Miðvágur (Bygdarhúsið í Miðvági) 21. oktober kl. 20:00
- Havn (Effo á Óðinshædd) 30. oktober kl. 20:00
Tiltøkini eru ókeypis og til ber at tekna seg her.