bakgrundsmynd

Ávaring um følsk SMS-boð

Seinastu tíðina hava fleiri følsk SMS-boð verið í umferð, ið hava til endamáls at lumpa persónligar upplýsingar úr fólki. Millum annað hava nógv fingið boð, ið látast at vera frá Posta og Samleikanum. Tað er sera umráðandi ongantíð at trýsta á SMS-boð, ið innihalda leinki, ið biðja um persónupplýsingar.

Á heimasíðuni hjá Samleikanum kanst tú lesa meira og fáa góð ráð.

Read about the fake text messages in English here


Um tú hevur trýst á leinkið

Hevur tú illgruna um, at tínar kontuupplýsingar eru misnýttar?

  • Rita inn í netbankan og sperra tíni gjaldskort alt fyri eitt
  • Ring til okkara á tel. 330 330, um tú varnast illgrunasamar flytingar ella annað óregluligt í netbankanum