Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varastjórar

Føroya Banki hevur tilnevnt tveir varastjórar

Fyri at styrkja yvirskipaðu leiðsluna av samtakinum hevur Føroya Banki tilnevnt tveir varastjórar. Stjórnin í samtakinum heldur tó óbroytt fram við Turið F. Arge sum forstjóra. 

Brian Smedemark, rakstrarstjóri, og Arnhold Olsen, fíggjarstjóri, eru báðir tilnevndir varastjórar. Brian Smedemark, hevur verið rakstrarstjóri í bankanum síðani 2023, og var stjóri í dótturfelagnum Trygd frá 2018 til 2023. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2019. Arnhold Olsen hevur starvast í bankanum síðani 2013. Í 2023 gjørdist hann fíggjarstjóri og samstundis partur av samtaksleiðsluni.

Báðir halda teir fram við somu ábyrgdarøkjum sum higartil, og tilnevningarnar hava ikki við sær broytingar í dagligu leiðsluni av samtakinum. 

Nærri kunning

Rúna N. Rasmussen, fjølmiðlasamband, tel. +298 230478 ella rr@bankin.fo