Kvinna hyggur eftir samansparingum í netbankanum á mobiltelefonini

Nú er lættari at stovna samansparingar í netbankanum

Stovna eina samansparing í netbankanum og fá rentu fyri tínar pengar.

Tú kanst millum annað stovna:

  • Samansparing+
  • Samansparing (3 mðr. uppsøgn)
  • Samansparing (12 mðr. uppsøgn)
  • Hárentukontu
  • Bústaðarkontu
  • Samansparing til ung

Vel ta samansparingina, sum passar best til tín. Tú kanst eisini velja fleiri, um tú hevur tørv á tí. 

Tú stovnar samansparingina við at trýsta á «Valmynd» og «Mínar samansparingar» í netbankanum. 

 

Fá betri yvirlit yvir tínar samansparingar

Sum nakað nýtt eru allar samansparingarnar savnaðar á einum staði. Tú kanst sostatt fáa eitt greitt yvirlit yvir tínar samansparingar og hvussu nógvan pening tú hevur í hvørji samansparing. 

Eisini er tað vorðið lættari at stýra tínum samansparingum - tú kanst nevniliga skjótt og einfalt stovna og strika samansparingar og eisini senda umbøn um flyting av tínum bundnu samansparingum. 

Um tú brúkar eina ”vanliga” kontu, tvs. eina kontu, ið ikki gevur rentu og ikki er bundin/hevur avmarkingar, sum eina samansparingarkontu, sæst hon ikki undir ”Mínar samansparingar” men undir vanliga kontuyvirlitinum.