Ávaring um følsk SMS-boð
Seinastu tíðina hava fleiri følsk SMS-boð verið í umferð, ið hava til endamáls at lumpa persónligar upplýsingar úr fólki. Millum annað hava nógv fingið boð, ið látast at vera frá Posta, Samleikanum og Nets. Tað er sera umráðandi ongantíð at trýsta á SMS-boð, ið innihalda leinki, ið biðja um persónupplýsingar.
Á heimasíðuni hjá Samleikanum kanst tú lesa meira og fáa góð ráð.
Read about the fake text messages in English here
Um tú hevur trýst á leinkið
Hevur tú illgruna um, at tínar kontuupplýsingar eru misnýttar?
- Rita inn í netbankan og sperra tíni gjaldskort alt fyri eitt
- Ring til okkara á tel. 330 330, um tú varnast illgrunasamar flytingar ella annað óregluligt í netbankanum
