Føroya Banki framvegis SIFI-peningastovnur

Fíggjareftirlitið hevur boðað frá, at Føroya Banki framvegis verður mettur at vera ein so týðandi peningastovnur í Føroyum, at bankin varðveitir heitið sum SIFI-peningastovnur.

Danska fíggjareftirlitið ger á hvørjum ári metingar av, hvørt tilnevndir SIFI-peningastovnar (Systemically Important Financial Institution) í Føroyum framhaldandi skulu vera mettir sum SIFI-peningastovnar.

  • Les frágreiðingina hjá Fíggjareftirlitinum her