Freistir fyri flytingar fyri páskir
Her sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta pening, ið skal vera á kontu hjá móttakara fyri páskir:
- Lønarflyting: Týsdagin 31. mars kl. 15:30
- Vanlig flyting millum peningastovnar: Týsdagin 31. mars kl. 18.30
- Flyting sama dag millum peningastovnar: Mikudagin 1. apríl kl. 11.00
- Vanlig flyting í sama peningastovni: Mikudagin 1. apríl kl. 18.30
- Skundflyting: Freistin fyri skundflytingar er skiftandi alt eftir, hvønn peningastovn tú hevur. Fyri at tryggja tær, at flytingin kemur fram til tíðina, so er skilagott at gera flytingina í seinasta lagi týsdagin 31. mars.
- Uttanlandsflyting: Mikudagin 1. apríl kl. 12.
