Freistir fyri flytingar í sambandi við Kristi himmalsferðardag

Hósdagur 14. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagur 15. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT-veitaranum hjá føroysku peningastovnunum. Tí verða ongar bankaflytingar gjørdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, sum eru galdandi, um flytingar skulu vera móttakarunum í hendi áðrenn Kristi himmalsferðardag:

  • Uttanlandsflytingar í netbankanum: Mikudagin 13. mai kl. 13.00

  • Lønarflytingar: Týsdagin 12. mai kl. 15.30

  • Vanlig flyting til kontu í øðrum peningastovni: Týsdagin 12. mai kl. 18.30

  • Flyting sama dag til kontu í øðrum peningastovni: Mikudag 14. mai kl. 11.45

  • Vanlig flyting í sama peningastovni: Mikudag 13. mai kl. 18:30

Til ber eisini at gera eina skundflyting, sum er á kontu hjá móttakara stutt eftir, at flytingin er gjørd.