bakgrundsmynd

Flyting av persónstryggingum úr NordikLív til LÍV

Á sumri í 2024 valdi Føroya Banki at fara undir samstarv um persónstryggingar við Tryggingarfelagið LÍV. Frammanundan hevði bankin í nógv ár samstarvað við NordikLív um veiting av persónstryggingum, sum hevði danska felagið Forenede Gruppeliv sum undirveitara. Endamálið við nýggja samstarvinum við Tryggingarfelagið LÍV var at kunna bjóða kundum bankans eina einfaldari loysn við einum føroyskum veitara, og samstundis at varðveita somu dygd, tænastu og kappingarføru prísir sum áður.

 

Átalur í sambandi við flyting tiknar til eftirtektar

Nýggja avtalan hevði við sær, at allir kundar bankans við avtalum um persónstryggingar skuldu flytast úr verandi avtalum við NordikLív yvir í nýggjar avtalur hjá Tryggingarfelagnum LÍV. Roynt varð at gera hesa flyting so smidliga og ómakaleysa fyri kundarnar sum gjørligt, men í tilgongdini vórðu nøkur viðurskifti ikki heilt rætt handfarin.

Í tí sambandi hevur NordikLív fingið tríggjar átalur og eini boð frá Tryggingareftirlitinum, ið snúgva seg um kunningina, ið kundarnir fingu í sambandi við flytingina. NordikLív hevur tikið átalurnar til eftirtektar, og arbeiðið við at fáa øll átalað viðurskifti í rættlag er komið væl áleiðis. Eingin kundi hevur verið fyri missi, hevur klagað ella sent inn mótmæli í sambandi við flytingina.

 

Kundar nýtast einki at gera

Ert tú kundi, og hevur tú avtalu við okkum um persónstryggingar, nýtist tær einki at gera. Allir kundar fáa komandi vikurnar eitt kunningarskriv frá Tryggingarfelagnum LÍV. Hevur tú spurningar um tínar tryggingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við tín kundaráðgeva í bankanum við at ringja 330 330 ella senda eini boð í netbankanum.