Búskapargongdin, haldførið og váðar
Mikudagin 11. mars seta vit sjóneykuna á føroyska búskapin, tá ið Bakkafrost, Føroya Banki og Búskaparráðið, fara at greiða frá gongdini í farna ári og meta um framtíðarútlitini.
Á tiltakinum fer Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka, at greiða frá gongdini í 2025, og útlitunum fyri 2026. Síðani fer Høgni Dahl Jakobsen, fíggjarstjóri í Bakkafrosti, at tosa um at vera best í heiminum, at tryggja umstøður fyri burðardyggan vøkstur, og váðastýring í turbulentum tíðum. At enda fer Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, at leggja fram høvuðstilmælini hjá Búskaparráðnum, við serligum denti á vøkstur og búskaparligar váðar.
Skrá
14.00 - 14.05: Vælkomin
14.05 - 14.30: Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka
- Gongdin í 2025 og útlit fyri 2026 við støði í roknskapinum
14.30 - 15.00: Høgni Dahl Jakobsen, fíggjarstjóri í Bakkafrost
- Føroysk alivinna: Tað vanvarda gulleggið
15.00 - 15.20: Steðgur – ábit og prát
15.20 - 16.00: Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum
- Føroyski búskapurin: Vøkstur og váðar
Vit gleða okkum at síggja teg.
