Fullteknað - Búskaparliga gongdin og haldførið 

Hósdagin 14. mars seta vit sjóneykuna á føroyska búskapin, tá ið Búskaparráðið, Bakkafrost og BankNordik fara at greiða frá gongdini í farna ári og meta um framtíðar útlitini.

Fyrst fer Johnny í Grótinum, limur í Búskaparráðnum, at gera eina støðumeting av føroyska búskapinum og leggja fram tilmælini hjá Búskaparráðnum. Aftan á fara Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrosti, og Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik, at greiða frá gongdini í 2023, og útlitinum fyri 2024, við støði í ávíkavist roknskapunum hjá Bakkafrost og BankNordik. 

Tiltakið verður í høvuðssætinum hjá BankNordik, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Skrá

14.00 - 14.05 Vælkomin

14.05 - 14.35 Johnny í Grótinum, Búskaparráðið
• Útlitini fyri føroyska búskapin og haldføri

14.35 - 15.00 Turið F. Arge, BankNordik
• Gongdin í 2023 og útlit fyri 2024 við støði í roknskapinum

15.00 - 15.20 Steðgur - ábit og prát

15.20 - 16.00 Regin Jacobsen, Bakkafrost
• Gongdin í 2023 og útlit fyri 2024 við støði í roknskapinum

Øll eru vælkomin