Kom væl frá byrjan við íløgum
At seta pengarnar í íløgur gevur tær betri møguleikar at fáa meira burtur úr tíni samansparing.
Íløgur kunnu samansetast á ymiskan hátt, tí er umráðandi at finna ta losynina, ið hóskar best til tín, og hava í huga, at við møguleikanum fyri størri avkasti økist váðin eisini samsvarandi.
Tínir møguleikar
- Tú kanst gera íløgurnar sjálv/ur
- Tú kanst lata okkum hjálpa tær á veg
- Tú kanst lata okkum gera og røkta íløgurnar fyri teg
Dámar tær best
Møguleika 1
Soleiðis gert tú tínar fyrstu íløgur
- Fá tín kundaráðgeva at stovna tær eina íløgukontu (hetta eitur á bankamáli eitt depot). Tú fært síðani eini boð um at undirskriva talgilt í Netbankanum
- Tá ið tú hevur fingið tína íløgukontu, ritar tú inn í Netbankan og trýstur á "íløgur"
- Trýst á svarta knøttin "Far til íløgur"
- Í teiginum "Finn virðisbræv" kanst tú leita eftir virðisbrøvum
- Vel eitt virðisbræv og trýst á "Keyp"
- Síðani velur tú upphædd og trýstir aftur á "Keyp"
Møguleika 2
Møguleiki 2 og 3 hóska til tín, ið:
- Ynskir at seta pengar í íløgur, men ikki hevur hugin ella tíðina at fylgja við á virðisbrævamarknaðinum.
- Vil fáa mest burturúr tíni samansparing.
- Hevur eina samansparing á minst 10.000 kr.
- Ikki hevur ætlanir um brúka pengarnar innan 5 ár.
Fyrimunir við at gera íløgur í Netbankanum
- Lægri kostnaðir
- Altíð dagførd marknaðarkunning
- Tú hevur gott yvirlit yvir tínar íløgur - alt samdøgrið
- Tú fært atgongd til keypskálar í øllum heiminum
Hent at vita um virðisbrøv
Hvat er eitt lánsbræv?
Tá ið tú keypir eitt lánsbræv, svarar tað í veruleikanum til, at tú lænir tí, sum skrivar lánsbrøvini út, pengar. Talan kann bæði vera um lán til eina fyritøku ella almennar myndugleikar. Afturfyri fært tú rentu og/ella ein kursvinning áðrenn ein ávísan lokadag. Les meira um lánsbrøv her.
Hvussu minki eg um váðan?
Um tú ynskir at minka um váðan, sum tú átekur tær, tá ið tú gert íløgur, er tað umráðandi at spjaða íløgurnar millum nógv ymisk partabrøv og lánsbrøv. Nógvir íleggjarar velja at brúka íløguprógv ella íløgufeløg, sum leggja upp fyri hesum við at tryggja eina góða spjaðing og sostatt minka um váðan.
Tú kanst eisini røkta tínar íløgur sjálv/ur, men tað krevur bæði vitan og tíð. Tí kann tað vera trupult at røkta íløgurnar á nøktandi hátt, um tú ikki brúkar nógva tíð og ikki hevur serligan kunnleika til partabrævamarknaðin. Hetta er ein høvuðsorsøk til, at tað eru so nógvir íleggjarar, sum velja at lata bankan røkta íløgurnar fyri seg.
Eisini ber til at býta íløgurnar í tveir partar, har annar verður røktaður av okkum í bankanum, meðan tú sum íleggjari sjálvur tekur tær av at røkta ein part. Á tann hátt kanst tú tryggja tær, at ein partur av tínum íløgum fær professionella og støðuga røkt, meðan tú sjálv/sjálvur gert íløgur fyri ein part.
Hvat er eitt partabræv?
Tá ið tú keypir eitt partabræv, verður tú partaeigari í einari fyritøku, sum hevur skrásett partabrøvini á keypskálanum. Kursurin á einum partabrævi endurspeglar vanliga evnini hjá fyritøkuni at vinna pengar í løtuni ella í longdini. Les meira um partabrøv her.