Íleggjaravernd
Tá tú handlar við virðisbrøvum, gjaldoyra og fíggjarligum tólum, ert tú umfatað/ur av regluni um íleggjaravernd.
Íløguprofilur
Reglurnar merkja í stuttum, at vit í felag skulu gera tín íløguprofil, áðrenn vit kunnu geva tær ráð. Í íløguprofilinum verður meira kunning um:
-
Tín tíðarkarm
-
Títt endamál við íløgunum
-
Tínar royndir við at gera íløgur
-
Tín váðaprofil
Kundabólkar
Tú verður settur í ein av niðanfyristandandi kundabólkum. Fyri at tryggja, at tú fært ta ráðgeving, tú hevur tørv á. Vit hava tríggjar kundabólkar:
-
Detailkundar (privatkundar)
-
Professionellir íløgukundar (ofta stórir vinnukundar)
-
Góðkendir mótpartar (t.d. aðrir peningastovnar ella pensjónsfeløg)
Handilsøki
Tú fært eitt handilsøki, sum lýsir tey sløg av virðisbrøvum, tú hevur kunnleika til ella royndir við at handla. Tú kanst handla uttanfyri títt handilsøki, men tá mugu og kunnu vit ikki ráðgeva tær.
Ráðgeving
Skilt verður í reglunum um íleggjaravernd millum yvirskipaða kunning og persónlig viðmæli, tað vil siga ráðgeving.
Vit kunnu væl geva tær yvirskipaða kunning uttan at kenna tín íløguprofil, men vit hava ikki loyvi at geva tær eitt persónligt viðmæli uttan at kenna tín íløguprofil.
Yvirskipað kunning kann eitt nú vera greiningar ella kunning um marknaðarviðurskifti. Eitt persónligt viðmæli er eitt íløguuppskot, sum skal byggja á tín íløguprofil.
Dagføring av íløguprofili
Tað er umráðandi, at tú dagførir tín íløguprofil, um munandi broytingar henda í tínum fíggjarligu viðurskiftum, soleiðis at íløga og ráðgeving kunnu lagast eftir galdandi tørvi.