Minst til pensjónina

Fert tú niður í tíð ella í farloyvi, hevur hetta samstundis eyðsæð nakrar fíggjarligar broytingar við sær. Inntøkan verður lægri her og nú, men harumframt broytast framtíðarútlitini. Er pensjónssamansparingin tengd at starvinum, verður hon nevniliga eisini minni, um tú fert at arbeiða minni.

Tí krevur tað, at tú ert tilvitað/ur um tína pensjónssamansparing, um tú fert niður í tíð ella í farloyvi. Um tú tosar við okkum, kunnu vit saman leggja eina ætlan fyri tína pensjónssamansparing, so tú ikki gerst eftirbátur á hesum øki. 

 

En flok kvinder i pensionsalder hygger sig i svømmehal

Serliga kvinnur arbeiða parttíð

Í Føroyum eru vit heimsmeistarar í niðursettari tíð. Serliga eru nógvar kvinnur, sum í eina tíð velja at raðfesta tíðina saman við familjuni fram um arbeiði og løn - serliga meðan børnini eru smá.

Í Føroyum er talið av hjúnaskilnaðum vaksandi, og tann sannroyndin kann fáa avleiðingar fyri kvinnur, ið hava havt eina lægri inntøku enn hjúnafelagin. Hevur inntøkan gjøgnum arbeiðslívið verið minni, er pensjónin tað aloftast eisini. Av tí at allar eftirlønarskipanir ikki verða býttar millum partarnar í hjúnaskilnaði, kunnu kvinnur enda við eini pensjón, sum als ikki er nøktandi til at liva tað pensjónslívið, sum upprunaliga var ætlað.

Vert at hava í huga

  1. Ber tað til at gjalda eitt sindur eyka inn á pensjónssamansparingina, meðan tú arbeiðir parttíð ella ert í farloyvi?
  2. Væntar tú at kunna vera eitt sindur longri á arbeiðsmarknaðinum, so tú fært spart eitt sindur meira saman í pensjón?
  3. Vilja tit sum hjún ella sambúgvar tryggja, at pensjónirnar verða javnt býttar, um tit verða skild, so kann hetta í flestu førum gerast við at tosa við ein advokat.
  4. Tosa við okkum og fá greiðu á, hvussu fíggjarligu avleiðingarnar verða nú og í framtíðini.

 

Les eisini

Legg tína egnu fíggjarætlan

Gevur tær yvirlit og tryggleika.

Familie ser på verdenskort

Ferðast

Góð ráð til at gera dreymaferðina við familjuni til veruleika.

Spar saman

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur spart eitt sindur saman, áðrenn inntøkan minkar.

Lívið við børnum

Børn eru ein gáva og ein gleði. Tað er tó ikki heilt ókeypis at vera foreldur.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv